Finleif Mortensen

Finleif Mortensen av Argjum, búsitandi á Strondum er ein føroyskur listamaður innan málningalist og myndamaður. Hann málar oljumálningar. Tað ið er eyðkent fyri verk hansara eru føgru litirnir og tað einfalda landslagið. Hann segði við in.fo í mars 2016: Eg royni at foreinkla tað føroyska landslagið. Trekki bara tær grovu linjurnar upp og hugsi minni um smálutirnar. Vil heldur fanga rúttmuna í smáu húsunum á bygd og tær einføldu linjurnar á fjøllunum og oyggjunum. Hann málar abstrakt. Yndismotiv hansara eru úr Norðoyggjum og á Streymoynni. Hann er hugtikin av skiftandi ljósi og smáum bygdum við stórbærum fjøllum. Fyrstu ferð hann luttók á einari listaframsýning við fleiri ymiskum listafólkum var á Ólavsøkuframsýningini í 1985. Fineif hevði sína fyrstu listaframsýning einsamallur í 1985 í Smiðjuni í Lítluvík í Havn, tá var hann bert 20 ára gamal. Síðan tá hevur hann havt nógvar framsýningar í Føroyum og uttanlands, millum annað á Skt Gertrud í Keypmannahavn, Kunstgalleriet í Odense, Galleri Inuit í Ålborg og á Gallarí Fold í Reykjavík. Eisini hevur hann sýnt fram á listastevnunum Art Copenhagen og Art Herning. Finnleif gongur ofta túrar í fjøllunum í Føroyum, og tá tekur hann eisini nógvar myndir av føroysku náttúruni. Í 2015 gav hann út eina bók við 271 myndum úr øllum 18 oyggjunum í Føroyum. Bókin fekk heitið Kom upp á fjallatind.


Developed by StudentB